Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, spyr landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Ruth Vang, um broytingarnar, sum gjørdar vórðu í skattingini fyri fólk, ið arbeiða uttanlands, hava givið tær væntaðu inntøkurnar til landskassan.
Eisini spyr hann um landsstýriskvinnan er sinnað at umhugsa at endurskoða og møguliga broyta lógina aftur, um inntøkurnar hjá landskassanum eru minkaðar.
Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógvir føroyskirmenn eru fluttir úr Føroyum higartil í 2025, samanborið við sama tíðarskeið í 2024.
Spurt verður, hvussu stórar samlaðu skattainntøkurnar eru frá føroyingum, ið hava arbeitt uttanlands, og hvussu tær hava broytt seg í sama tíðarskeiði.
Í viðmerkingunum vísir Johan Dahl á , at broytingin í skattalógini kann hava elvt til økta fráflyting, serliga av monnum, ið arbeiða í Noregi. Tað verður sagt, at nógvir sjómenn eru fluttir frá norskum reiðaríum til donsk og grønlendsk reiðarí.
Eisini verður ført fram, at broytingin kann hava neiligar avleiðingar fyri vinnu og familjur í Føroyum.
Johan Dahl heldur, at tørvur er á at fáa staðfest, at tørvur er á greiðari vitan um, hvørt lógin hevur havt beinleiðis ávirkan á fráflyting og skattainntøkur og um hon eigur at verða broytt aftur.