Í dag klokkan 16 verður fundur í Fasta Gerðarrættinum um stríðsstigið hjá manningarfeløgunum móti avloysaraskipinum Galaxy. Tað skrivar Kringvarpið.
Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur kært Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið, tí hon heldur, at feløgini ólógliga nokta limum sínum at mynstra við Galaxy.
Summarfrítíðin ger tað torført at manna gerðarrætturin við teimum trimum krævdu limunum. Eisini er Leivur Michelsen, dómsmaður fyri arbeiðsgevararnar, lýstur ógegnigur, tí hann svimur saman við stjóranum á Strandferðsluni.
Sambært serligari grein í reglugerðini, verður tað rættarforkvinnan Rannvá Signhild Ragnarsdóttir, sum einsamøll tekur eina fyribils niðurstøðu í seinasta lagi leygarmorgunin klokkan níggju.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Arnfinn Bech, sigur lesarabrævið, at gerðarrætturin ikki hevur heimild at viðgera málið.
– Vit hava hvørki sáttmála ella nakað, sum líkist einari avtalu, fyri Galaxy, sigur hann.
Hann heldur eisini, at Fíggjarmálaráðið misnýtir skundviðgerðina, tí tey hava havt tíð at fyrireika seg, men nú royna at trýsta málið ígjøgnum.
Vitnisfrágreiðingar verða lagdar fram hósdagin, men málið skal viðgerast umaftur um tvær vikur, tá gerðarrætturin aftur er fult mannaður.