Grovur harðskapur í Havn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgreglan arbeiðir í løtuni við einum máli um grovan harðskap, sum varð framdur á einum privatum bústaði í Havn fyri nøkrum døgum síðani.

Talan er um ein útlendskan mann, sum fór so illa við einum øðrum manni, at talan er um grovan harðskap. Løgreglan veit hvør hann er, men hevur illgruna um, at hann longu er farin av landinum, og tað er longri enn til Danmarkar.

Harðskapurin varð fráboðaður í gjár. Løgreglan hevur ikki nakra greiða frágreiðing um, hví tað tók fleiri dagar at melda málið.

Møguliga snýr málið seg eisini um frælsistøku, har tann órættaði ikki slapp, ella ikki tordi, avstað eina løtu.

Løgreglan arbeiðir nú við at finna út av, hvar maðurin er staddur, og um hann kann útflýggjast og avhoyrast. Tað er tó ivasamt, um tað ber til at fáa fatur á honum.