KÍ úti úr Evropa eftir brotssparkskapping

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

UEFA Conference League
Neman – KÍ 2-0 (0-0) (Samanlagt 2-2) (Eftir umdyst samanlagt 2-2) (Brotssparkskapping 5-4)

Tað stóð nógv á hjá KÍ, eftir at teir høvdu tveitt 2-0 leiðsluna frá fyrra dystinum burtur, og tí mátti umdystur spælast.

Í umdystinum eydnaðist tó KÍ at standa í móti í nógva hitanum, men í brotssparkskappingini gekk ikki longur, tí Patrik Johannesen var tann einasti, sum brendi sítt brotsspark. Harvið er KÍ úti úr Evropa fyri hesaferð.

KÍ helt leingi 2-0 leiðsluna frá fyrsta dystinum, men í seinastu tíggju minuttunum eydnaðist Neman at skora tvey mál.

Innskifti Daniel Johansen og málverjin misskiltu hvønn annan, og so var 1-0. Nakrar minuttir seinni fór eitt skot umvegis ein KÍ-spælara í netið, og so var brádliga 2-0 til Neman. Harvið fór dysturin út í longda leiktíð.

Í umdystinum stríddist KÍ manniliga móti stóra trýstinum, sum Neman legði á KÍ. Tá ið sjey minuttir vóru eftir av umdystinumum, gjørdist støðan uppaftur truplari, tí Mads Boe Mikkelsen fekk reytt kort. Tað eydnaðist tó at standa í móti.

Í brotssparkskappingini skoraði Neman upp á øll síni brotsspørk, meðan Patrik Johannesen brendi annað brotssparkið hjá KÍ.

Árni Frederiksberg, Jákup Andreqsen, Daniel Johansen og Gilli Rólantsson skoraðu síni brotsspørk fyri KÍ.