UEFA Conference League
Linfield – Víkingur 2-0 (2-0) (Samanlagt 3-2)
Einki føroyskt lið hevur megnað at spælt seg víðari móti Linfield, hóast fleiri hava roynt. Og hóast Víkingur í síðstu viku vann móti Linfield, eydnaðist tað heldur ikki Víkingi at spæla seg víðari í Conference League.
Víkingur tapti nevniliga í kvøld seinna dystin móti Linfield 2-0 niðri í Belfast í Norðurírlandi.
Bæði málini komu í fyrra hálvleiki, og Víkingur megnaði ikki at svara aftur.
Sum heild var Linfield betra liðið. Víkingur hevði tó onkran góðan møguleika, og ein tann besta hevði Arnbjørn Svennson, tá ið hann fekk stýrt einum frísparksbólti móti málinum. Tíverri bjargaði málverjin meistarliga.
Mynd: Sverri Egholm