U19-dreingir spældu tveir ymiskir hálvleikir móti Portugal

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyska hondbóltslandsliðið við U19-dreingjum spældi í gjár ein góðan fyrra hálvleik móti Portugal og var frammanfyri so at siga allan vegin. Við 7 móti 6 í álopinum og Jákupi Egholm langt frammi í verjuni, eydnaðist væl at órógva portugisiska spælið. Eftir 10 minuttir vóru Føroyar frammanfyri við trimum málum. Í hálvleikinum var støðan 17-17.

Seinni hálvleikur gjørdist tó ein heilt annar. Portugal streyk avstað beinanvegin, og dysturin var meira ella minni avgjørdur eftir 45 minuttir. Føroyska liðið gjørdi nógv mistøk, og portugisar skoraðu ferð eftir ferð í tómt mál. Verjan fekk ikki fatur, og Portugal fekk heili 22 mál í seinna hálvleiki. Úrslitið gjørdist eitt greitt tap: 39-28.

Nú skulu Føroyar í dag klokkan 17.30 spæla móti Tunesia um 19. plássið í HM-endaspælinum.


Dystargongdin Portugal – Føroyar:
5 min. 2-4
10 min. 4-7
15 min. 7-9
20 min. 10-11
25 min. 13-15
30 min. 17-17
35 min. 22-20
40 min. 26-22
45 min. 30-23
50 min. 35-25
55 min. 36-26
60 min. 39-28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Pauli Rasmussen 7
Torkil Dahl 5 (4)
Magnus Árason 4
Rúnar Hammer 4
Jákup Egholm 3
Jón Midjord 2
Lýðar í Dímun 1
Erlingur Erlendsson 1
Fríði í Innistovu 1

Málverjar:
Ingi Johannesen 5 bjargingar, 20%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 5 bjargingar, 35%