Ein Polestar 3 Long range Single Motor setti herfyri nýtt heimsmet í at koyra langt upp á eina løðing. Teir tríggir testførararnir koyrdu heili 935,44 kilometrar í eini løðing. Tað eru næstan 230 kilometrar longri enn teir 706 kilometarnar, sum bilurin stendur til at koyra. Tað skrivar tv2.no.
Royndarkoyringin fór fram á almennum vegum í Stóra Bretlandi og vardi í 22 tímar og 57 minuttir. Tríggir bilførarar skiftust um at koyra, og miðalbrúkið var bert 12,1 kWt fyri hvørjar 100 kilometrar, hóast veðrið var skiftandi.
Testbilurin var ein vanligur SUV við standard 20-tumma felgum og Michelin Sport 4 EV-dekk. Hann er bakhjólsdrivin og hevur eitt stórt 107 kWt battarí.
– Førararnir pressaðu bilin til markið, segði Matt Galvin frá Polestar UK. Hann legði afturat, at hetta prógvar, hvussu nógv elbilarnir eru farnir at koyra nógv longri seinastu árini.
Í dag eru fleiri elbilar, sum verða upplýstir at klára at koyra meira enn 700 kilometrar við einari løðing. Men svenskt frammleiddi Polestar 3 hevur nú víst, at ein stórur SUV kann koyra næsta 1000 kilometrar.
Mynd: Polestar