Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, kallar skerjingina í játtan til avlamisbilar fyri beinleiðis álop á tey, sum longu eru millum tey veikastu. Tað hevur skrikt teppið undan teimum, sigur hann og vil vita, um landsstýrið ætlar at broyta lógina aftur.
Johan Dahl spyr Eirik íJákupsstovu, landsstýrismann í almannamálum, hvussu landsstýrið rættvísger at spara umleið 1 millión krónur til fólk við skerdum førleika, sum hava tørv á avlamisbili, men sum ikki hava fíggjarligan møguleika at fíggja hann sjálvi.
Frá 1. januar 2024 varð stuðulin til keyp av avlamisbili avtikin. Í staðin ber nú bert til at fáa stuðul til serligan útbúnað til bil. Tað merkir, at nógv, sum kunnu koyra bil, nú standa uttan møguleika at fáa fíggjarligan stuðul til sjálvan bilin.
Tey hava í staðin møguleika at fáa eitt rentufrítt lán, men Johan Dahl sigur, at talan er um fólk, sum oftast bert hava fyritíðarpensjón at liva av, og tí ikki hava rásarúm at gjalda lán aftur.
Johan Dahl sigur, at sparingin rakar ein serliga viðbrekna bólk í samfelagnum, samstundis sum samgongan ætlar at brúka milliardir uppá stórar samferðsluútbyggingar. Johan Dahl spyr landsstýrismannin, hvussu tað samsvarar við orðini um inkludering, javnstøðu og sjálvbjargni.