Ársins Premier League varð sparkað í gongd í gjárkvøldið, tá ið meistararnir Liverpool vunnu 4-2 móti Bournmouth í einum undirhaldandi dysti.
Hugo Ekitike og Cody Gakpo løgdu Liverpool fram sum væntað, men Antoine Semenyo vilda tað øðvrísi, og javnaði við tveimum skjótum málum.
Júst Antoine Semenyo var eisini í miðdeplinum í fyrra hálvleiki, tá ið hann gjørdi vart við, at onkur rópti rasistisk orð eftir honum av áskoðaraplássinum. Dómarin steðgaði dystinum eina løtu, og málið verður nú kannað nærri. Dysturin skuldi annars vera eitt vakurt minni um Liverpoolleikaran Diogo Jota, sum doyði í ferðsluvanlukku í summar.
Antoine Semenyo átti tó ikki seinasta orðið í dystinum, og innskifti og lítið brúkti italiumaðurin Federico Chiesa javnaði við fluktara, áðrenn Mohamed Salah skoraði níggjanda árið á rað í fyrsta leikumfari í Premier League.
Liverpool vann 4-2, og leggur longu trýst á Arsenal, Manchester City og hini liðini, sum ætla sær at kappast um enska meistaraheitið hetta kappingarárið.
Premier League – 1. leikumfar
Fríggjadagur 15. august 2025
- Liverpool – AFC Bournemouth 4-2
Leygardagur 16. august 2025
- 12:30 – Aston Villa – Newcastle United
- 15:00 – Brighton & Hove Albion – Fulham
- 15:00 – Nottingham Forest – Brentford
- 15:00 – Sunderland – West Ham United
- 15:00 – Tottenham Hotspur – Burnley
- 17:30 – Wolverhampton Wanderers – Manchester City
Sunnudagur 17. august 2025
- 14:00 – Chelsea – Crystal Palace
- 16:30 – Manchester United – Arsenal
Mánadagur 18. august 2025
- 20:00 – Leeds United – Everton