,

TB misti aftur eina tvey máls leiðslu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Betrideildin menn
EB/Streymur- TB 2-2 (0-1)

EB/Streymur og TB deildu stigini í einum spennandi dysti í Streymnesi í dag. Úrslitið gjørdist 2-2.

TB legði seg á odda longu í 2. minutti, tá Samudeen Musah setti bóltin í netið eftir upplegg frá Torkil Holm. Samudeen Musah var aftur í miðdeplinum í 52. minutti, tá hann vann bóltin frá einum verjuleikara og legði upp til Mohamed Samba, sum økti til 2-0.

Men EB/Streymur svaraði aftur. Í 75. minutti minkaði Meinhard Debes Geyti um munin við einum góðum skoti úr sera spískum vinkli. Bert tveir minuttir seinni javnaði Búi Egilsson til 2-2, tá ið hann fekk fatur á einari langari sending frá Tóka Johannesen, og staddur millum fleiri verjuleikarar legði hann bóltin undir málverjan.

Dysturin endaði við stórum møguleika til EB/Streym í yvirtíðini, tá ið Virgar Jónsson var nær við at skora. Men stigini vórðu deild.

Savnsmynd: Sverri Egholm


19. umfar í Betrideildini

Leygardagin 16. august

  • EB/Streymur – TB 2-2

Sunnudagin 17. august

  • Kl. 16.00 B68 – FC Suðuroy
  • Kl. 18.00 HB – 07 Vestur

Mánadagin 18. august

  • Kl. 18.30 B36 – KÍ
  • Kl. 18.30 Víkingur – NSÍ

Stigatalva

DVJTMFMMStig
11716105985149
2NSÍ18132368224641
3HB18132342291341
4Víkingur189362619730
5B36187472930-125
6EB/Streymur186572031-1123
7B681853102344-2118
8FC Suðuroy1840141646-3012
9TB1925122058-3811
1007 Vestur1821152137-167