Knattstøðan hjálpti at finna vilstan mann í Vágum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein maður vilstist í mjørkanum á veg niðan á Reyndatind í Vágum í gjár. Hann var farin eitt sindur burtur frá ferðalagnum, og tá ið mjørkin legðist, fann hann ikki hini aftur, og tey funnu heldur ikki hann.

Løgreglan varð fráboðað, og tyrlan varð send avstað at leita. Men í tí tjúkka mjørkanum fekk hon lítið gjørt.

Tó eydnaðist at fáa nágreiniligu knattstøðuna hjá manninum, tí ein serlig skipan loyvir at senda boð til fólk í neyð og fáa staðsetingina, um telefonnummarið er kent.

Tá staðsetingin var greidd, fór Vága Bjargingarfelag avstað. Leitingin gekk bæði skjótt og væl, og maðurin varð leiddur oman aftur í øllum góðum.

Løgreglan staðfestir, at ongantíð var nakar vandi á ferð, og vaktleiðarin rósti tilbúgvingini, sum hann sigur virkar fantastiska væl.

Mynd av Reyndatindi: Google Street View

Kort: Umhvørvisstovan – kort.foroyakort.fo/kort