Betrideildin menn:
B68 – FC Suðuroy 1-1 (1-1)
Tað endaði javnt 1–1, tá ið B68 og FC Suðuroy hittust í Betrideildini í dag á Svangaskarði.
FC Suðuroy legði seg á odda í 22. minutti við máli frá Bjartmari Holm, men bert níggju minuttir seinni javnaði Bárður Jensen fyri heimaliðið. Hetta var fyrsta málið hjá Bárði Jensen, fyri B68 í sínum seinasta dyst, áðrenn hann fer av landinum í lestrarørinum.
Dysturin var javnur og bæði liðini sýntust at vera rímiliga væl nøgd við tað eina stigi. Tó hevði B68 nakrar helt góðar roynir móti endanum av dystinum, men tað var verandi 1-1.
Harvið heldur B68 góða frástøðu til niðurflytingarstríðið, meðan FC Suðuroy vann eitt kærkomið stig í stríðnum at halda sær omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Betrideildin menn:
B68 – FC Suðuroy 1-1 (1-1)
0-1 Bjartmar Holm (22. min)
1-1 Bárður Jensen (31. min)