FM í tvírspor á veg til Nólsoyar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eftir eina sera spennandi heystkappríðing í Havn leygardagin 17. august, hava 17 ára gamla Ranja H. Djurhuus og nólsoyarhesturin Sirkill lagt seg á odda í FM-kappingini í tvíspor fyri vaksin. Kappingin varð hildin í Havnardali, og tað gjørdist akkurát líka spennandi sum væntað, tá ið bert 0,09 sekund vóru á muni millum Ranju og pápan, Hall Hansen, sum reið Grana. Tey brúktu ávikavist 29,39 og 29,48 sek um teir 400 metrarnar.

Við sigrinum hevur Sirkill nú 21 stig og er fremst í FM-støðuni. Svanna, við Barbaru R. Mouritzen í saðlinum, hevur 17 stig,. Tað er langt síðani ein nólsoyarhestur hevur vunnið FM, og tí kann væntast, at okkurt verður gjørt burturúr, um Sirkill vinnur heitið um tvær vikur.

Í Tvíspor ung vann Thor úr Syðradali við Sólrun Lútzen í saðlinum. Hann hevur nú 22 stig og er fimm stig frammanfyri Kiljan við Simonu Tornby á baki.

Travin vann Dropi við Lív Djurhuus í saðlinum. Hann hevur nú 19 stig og kappast um FM saman við Gígur, við Simonu Tornby á baki, og Doran, við Fíu Nolsøe á baki. Hesi hava ávikavist 18 og 15 stig.

Í Skeið vann Stígur við Randarsól Heinesen í saðlinum og hevur nú 24 stig. Brúni, við Jóannesi Debes á baki, hevur 22 stig og er næstfremstur.

Í Tølt vann Tango við Silju G. Eystberg í saðlinum og hevur 24 stig. Brynjar, við Regini Johannessen á baki, hevur 22 stig og liggur á øðrum plássi.

Tvær aðrar greinar vóru eisini á skránni, men teljast ikki við í FM-kappingini. Marengo vann báðar: Tvíspor vaksin 2. flokkur við Lailu W. Mouritzen í saðlinum og Old boys við Halli Hansen á baki.

Seinasta FM-kappingin verður 30. august á vøllinum hjá Vága Ríðingarfelag.