Ein rimmar málmansfeilur frá málverjanum hjá Manchester United, Altay Bayindir, gav Arsenal einasta málið í dystinum. Harvið er stórt trýst á United og venjaran, Ruben Amorim, frá byrjan av kappingarárinum.
Manchester United spældi annars ein góðan dyst og hevði heili 22 málroyndir, sum er tað hægsta móti Arsenal síðan 2011.
Men tað var eitt hornaspark frá Declan Rice, sum endaði við, at Riccardo Calafiori skoraði. Málverjin, Bayindir,fekk hondina á bóltin, men hann endaði hjá Calafiori, sum var púra leysur við aftaru stong.
Málmansspælið fekk harðan kritikk, og fleiri undraðust á, hví Bayindir byrjaði frammanfyri aðrar málverjar.
Fyrrverandi United-leikarin Roy Keane segði, at um tú ert málverji skalt hava tamarhald á tínum øki.
Tó var nógv gott at síggja í spælinum hjá United. Nýggju spælararnir Matheus Cunha og Bryan Mbeumo gjørdu sítt, og United vísti styrki og intensitet. Amorim var nøgdur við innsatsin og segði, at liðið “stríddist í hvørjum einasta duelli og vísti dirvi.”
Tapið var beiskt, men United vísti framgongd og skapti nógvar møguleikar. Tað gevur vón fyri komandi dystir.
Premier League 1. umfar
Fríggjadagin 1t. august 2025
- Liverpool – Bournemouth 4–2
Leygardagin 16. august 2025
- Aston Villa – Newcastle 0–0
- Brighton – Fulham 1–1
- Sunderland – West Ham 3–0
- Tottenham – Burnley 3–0
- Wolverhampton – Manchester City 0–4
Sunnudagin 17. august 2025
- Chelsea – Crystal Palace 0–0
- Nottingham Forest – Brentford 3–1
- Manchester United – Arsenal 0–1
Mánadagin 18. august 2025
- Leeds – Everton (20:00)
Stigatalvan
K | V | J | T | Mál | Stig | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Manchester City | 1 | 1 | 0 | 0 | 4–0 | 3 |
2 | Sunderland | 1 | 1 | 0 | 0 | 3–0 | 3 |
2 | Tottenham | 1 | 1 | 0 | 0 | 3–0 | 3 |
4 | Liverpool | 1 | 1 | 0 | 0 | 4–2 | 3 |
5 | Nottingham Forest | 1 | 1 | 0 | 0 | 3–1 | 3 |
6 | Arsenal | 1 | 1 | 0 | 0 | 1–0 | 3 |
7 | Fulham | 1 | 0 | 1 | 0 | 1–1 | 1 |
8 | Brighton | 1 | 0 | 1 | 0 | 1–1 | 1 |
9 | Aston Villa | 1 | 0 | 1 | 0 | 0–0 | 1 |
9 | Chelsea | 1 | 0 | 1 | 0 | 0–0 | 1 |
9 | Crystal Palace | 1 | 0 | 1 | 0 | 0–0 | 1 |
9 | Newcastle | 1 | 0 | 1 | 0 | 0–0 | 1 |
13 | Everton | 0 | 0 | 0 | 0 | 0–0 | 0 |
13 | Leeds | 0 | 0 | 0 | 0 | 0–0 | 0 |
15 | Manchester United | 1 | 0 | 0 | 1 | 0–1 | 0 |
16 | Bournemouth | 1 | 0 | 0 | 1 | 2–4 | 0 |
17 | Brentford | 1 | 0 | 0 | 1 | 1–3 | 0 |
18 | Burnley | 1 | 0 | 0 | 1 | 0–3 | 0 |
18 | West Ham | 1 | 0 | 0 | 1 | 0–3 | 0 |
20 | Wolverhampton | 1 | 0 | 0 | 1 | 0–4 | 0 |