Jón aftur venjari í SuSvim

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Svimjisamband Føroyar skrivar, at tað frættist úr Suðuroy, at tey hava skrivað sáttmála við Jón Bjarnason, at verða høvuðsvenjari aftur hjá Suðuroyar Svimjifelag.

Jón Bjarnason, sum er ein av kendastu svimjivenjarum í Føroyum og í síni tíð vandi, svimjiúrmælingin, Pál Joensen, hevur verið burturi frá Susvim í eina tíð.

Hann hevur tó verið virkin í svimjingini, sum lærari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, og sum landsliðsvenjari og limur í svimjinevnd SSF.

Mynd: Svimjisamband Føroya