Fyrsta juli vóru 19.718 húski í Føroyum. Tað eru 111 fleiri enn við ársbyrjan. Samstundis er fólkatalið vaksið við 448 fólkum.
Í góðum fjórða hvørjum húski, ella 27 prosentum, býr bara eitt fólk. Hetta er størsti húskisbólkurin.
Næststørsti bólkurin er “tvey vaksin uttan børn”. Tey vóru 4.882 í tali, sum svarar til ein fjórðing av øllum húskunum.
Tilsamans mynda hesir báðir bólkarnir yvir helvtina av øllum húskjum.
Í tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn.
Størsti vøksturin seinastu árini er í bólkinum við einum vaksnum. Hann er vaksin við 33 prosentum.