Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð, og viðmerkjaran, Per Jacobsen siga frá teimum seks málunum, ið vóru skotin í 3-3 javnleikinum millum Víking og NSÍ í Sarpugerði í Norðragøtu. Hoyr Per taka samanum ein rimmar dyst, og hoyr samrøðuna Rúni gjørdi við við Víkinga-veteranin, Sølva Vatnhamar, og samrøðuna Rúni gjørdi við tvífalda málskjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen. Hvørgin av teimum er nøgdur at standa eftir við einum stigi aftaná dystarlok. MYND: Rúni á Reynatrøð.

Hvørki Klæmint ella Sølvi eru nøgdir við javnleikin í Sarpugerði
Skrivað
Dagfesting