Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen, og viðmerkjaran, Knút B. Johannesen siga frá teimum trimum málunum KÍ skoraði í 3-0 sigrinum á B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn. Hoyr Knút taka samanum ein fult uppibornan sigur til KÍ, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup Martin Joensen, og við verjuskansan hjá KÍ, Oddmar Færø. Jákup Martin staðfestir, at B36 tapti fyri einum væl betri liði. Oddmar heldur bæði beinini á jørðini, og hann noktar at tosa um nakað FM-heitið, eisini um KÍ vinnur á HB sunnudagin. MYNDIR: Sverri Egholm.

Mynd: Sverri Egholm