Eftir fundin millum Donald Trump og Volodymyr Zelenskyj í Hvítu Húsunum í kvøld føroyska tíð , segði Trump, at øll ynskja eina skjótari vápnahvíld, men viðgongur, at tað hendir ikki nú.
Trump vísti Zelenskyj eitt krígskort, merkt “Russisk-ukrainskt konfliktkort”, og heldur, at ein friðaravtala kann koma áðrenn eina viku ella tvær, tó at tað er møguligt, at tað ikki letur seg gera.
Zelenskyj sigur seg vilja tosa um øll viðkvæm evni, sum territorium og so framvegis. á einum møguligum fundi við Trump og Putin. Hann sigur eisini, at USA má geva sterk signal og vera klárt at veita trygdargarantiir.
Putin hevur í langa tíð noktað at møta Zelenskyj, og tað er ógreitt, um hann vil tað nú.
Evropeisku leiðararnir, sum eru í Washington, takkaðu Trump, men halda fram at trýsta á fyri vápnahvíld. Macron segði, at vit stuðla øll hesi hugsan, og Merz vildi síggja vápnahvíld frá næsta fundi og fram.
Zelenskyj legði afturat, at ukrainsk børn og hermenn, sum eru bortførdir til Russland, mugu sleppa heim aftur.