Útflutningsvirðið av fiskavørum er hækkað góðar 84 milliónir krónur í tíðarskeiðinum frá juli 2024 til juni 2025.
Tilsamans varð útflutt fyri 12,8 milliardir krónur. Tað er ein vøkstur upp á 269 milliónir krónur samanborið við undanfarna skeið.
Størsti vøksturin er í makreli, har virðið vaks 678 milliónir krónur, sum er ein øking á 66 prosent. Hagstovan sigur, at vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum.
Laksur vaks eisini bæði í virði og nøgd. Útflutningsvirðið vaks 71,7 milliónir krónur, meðan nøgdin vaks við 22 prosentum.
Samstundis er virði av útflutningi av lýsi, fiskamjøli og fóðri minkað nógv. Lýsið minkaði heili 96 prosent, úr 493 milliónum niður í 8 milliónir.
Landafrøðiliga er størsti vøksturin í útflutningi til Asia, serliga Kina. Har vaks útflutningurin við 306 milliónum krónum.
Útflutningurin til USA er minkaður, men USA er framvegis eitt av fimm londum, sum keypa fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum.