Jens Dam Ziska sýnir “Eftirmyndir” í Listasavninum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fríggjadagin verður fernisering í Listasavninum við framsýningini Eftirmyndir eftir Jens Dam Ziska.

Hetta er fyrsta stóra savnsframsýningin hjá listamanninum, og fyrstu ferð, at stóru verkini verða sýnd fram í Føroyum. Í mong ár hevur hann sýnt fram verk við áhaldandi dygd og menning, og seinastu árini hevur hann arbeitt við málningum í stórum formati.

Verkini lýsa ikki sjálva hendingina, men myndir, sum standa eftir. Tað snýr seg um eftirlívið frá eini hending, goymdar veruleikar, gloymdar søgur, og hvussu upplivingin av einum staði kann broytast.

Málningarnir taka støði í siðbundnari list, men skilja seg burtur frá tí, vit kenna úr føroyskari listasøgu. Jens Dam Ziska arbeiðir við fotomyndum, tekning og grafikki, og umsetir støð við persónligum týdningi til abstraktar kompositiónir.

Framsýningin er opin frá 22. august til 2. novembur.