,

Annika Helgadóttir Davidsen lektari í sálarfrøði á Setrinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Annika Helgadóttir Davidsen er framflutt til lektara í sálarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

Hon hevur verið adjunktur síðan desembur 2021, og hevur áður arbeitt sum sálarfrøðingur á miðnámsskúlaøkinum og í egnum virki.

Annika er útbúgvin í sálarfrøði í Keypmannahavnog fekk ph.d.-prógv í apríl 2016. Hon hevur eisini gjørt post.doc innan arbeiðsumhvørvisgransking á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Á Setrinum hevur hon undirvíst og verið við í fleiri granskingarverkætlanum, serliga á masterútbúgvingini í heilsuvísindum.

Tá ið starvsfólk verða framflutt til lektara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd.
Nevndin metir um vísindaligar útgávur, undirvísing, miðlan av gransking og fyrisitingarligar royndir.

Nevndin var samd um, at akademisku avrikini hjá Anniku luku allar treytir. Tí varð mælt til, at hon verður útnevnd lektari.