Bjørt Samuelsen hittir tingforfólk í Útnorði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, er í hesum døgum í Ilulissat í Grønlandi í sambandi við hátíðarhaldið fyri 40-ára stovningardagin hjá Útnorðurráðnum.

Har hitt hon í gjár Kim Kielsen, formann í Inatsisartut í Grønlandi, og Tórunn Sveinbjarnardóttir, forkvinnu í Altingingum í Íslandi. Tey trý nýttu høvi at tosa um felags viðurskifti og tørvin á at standa saman sum parlament í útnorði.

Á 41. ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, hava tingforfólkini havt hvør sína røðu um javnstøðuviðurskifti. Hetta var fyrsta kjakevni á fundinum í morgun.

Tey eru samd um at halda fram við at menna samstarvið millum parlamentini. Avtalað er at taka upp aftur siðvenjuna at hittast árliga og umrøða felags viðurskifti og áhugamál.

Londini skiftast um at vera vertur. Í komandi ári verður Løgtingið vertur fyri fundinum.