Nakað av ónøgd hevur verið um ferðaætlanina hjá avloysaraskipinum Galaxy, sum skal avloysa Smyril á Suðuroyarleiðini í nakrar vikur. Tað førdi til onkra broyting í upprunaligu ferðaætlanini.
Nú Galaxy er komin til landi og liggur á Krambatanga, bjóðar Strandferðslan øllum hjartaliga vælkomin umborð at vijta skipið nú hósdagin 21. august frá klokkan 16.00 til 18.00.
Endamálið er, at kundar og ferðandi kunnu síggja avloysaraskipið og gera seg kendan við umhvørvið umborð, stendur í fráboðanini.
Galaxy fer sigla á Suðuroyarleiðini leygardagin 23. august. Skipið skal røkja leiðina, meðan Smyril er í dokk til 20 ára klassing. Væntað verður, at Smyrli er í dokk einar átta til tíggju vikur.