Fjarhiti minkar oljunýtsluna á Landssjúkrahúsinum við við einari millión litrum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landssjúkrahúsið skal hava fjarhiti og bindast í fjarhitanetið hjá Fjarhitafelagnum.

Avtalan millum Landssjúkrahúsið, Landsverk og P/F Fjarhitafelagið fer at leggja ein stóran part av oljunýtsluni á Landssjúkrahúsinum um til fjarhita. Tað fer at minka oljunýtsluna við umleið einari millión litrum árliga.

Leiðingin verður løgd av Frælsinum til hitamiðstøðina á Eirargarði. Hitaveitingin skal verða klár tíðliga í 2026.

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at við hesari avtaluni tryggja vit bæði eina umhvørvisvinarliga orkuloysn og eina støðuga veiting.

Avtalan gevur Landssjúkrahúsinum eina grøna og álítandi orkuskipan. Samstundis kann Fjarhitafelagið brúka avlopsorku frá hitamiðstøðini.

Landssjúkrahúsið fær fjarhita

Á myndini frá vinstru: Hákun Djurhuus Jacobsen, orkufrøðingur hjá Landsverki, Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á Verkætlanardeildini á Landsverki, Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum, Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum og Jóan Símun Saltá, depilsleiðari á Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum.