Sunnudagin 24. august 1975 var Vesturkirkjan í Havn vígd. Nú sunnudagin eru sostatt júst 50 ár síðan hendan hábærsliga kirkjan var tikin í nýtslu.
Vesturkirkjan hevur í 50 ár staðið sum eitt eyðkenni í Havn. Hon líkist einum seglskipið og tornið, sum stingur góðar 40 metrar upp í loft, er hægri enn nakar annar bygningur í landinum.
Sniðið er stílreint og einfalt, hvítir grótveggir og myrkar steinflísar, sum skapa eitt sermerkt samspæl. Rúmið yvir altarinum ber alt longur upp, og gevur varhugan av tí óendaliga.
Økið kring Kirkjuna var gjørt í 2006, og framman fyri kirkjuna stendur minnismerkið yvir Sigmund Brestisson eftir Hans Pauli Olsen.
Í komandi viku verður 50 ára hátíðarhald fyri Vestukirkjuni. Tað byrjar við hátíðargudstænastu sunnudagin klokkan 11.00, har fleiri prestar eru við, og biskupur, Jógvan Fríðriksson, biskupur ber fram heilsan Tórshavnar Kamarkór syngur, og sunnudagsskúli er í kjallaranum. Aftaná ber til at fáa sær kransakøku og kaffi, og børnini fáa okkurt serligt.
Eftir gudstænastuna er opið upp í tornið, og høvi verðr at síggja kirkjuna og framsýningina, sum er gjørd í samband við føðingardagin. Skattaveiða til børnini í kirkjuni.
Sunnukvøldið er orgulkonsert við frumframførslu av orgulsymfoni, mánadagin verður gospelkonsert við Aalborg Gospel Choir og restina av komandi viku fer okkurt fram í kirkjuni hvønn dag.
Skrá í samband við 50 ára føðingardagin hjá Vesturkirkjuni
Sunnudagin 24. august
kl.11:00 Hámessa, Heri Joensen, Bergur D. Joensen, Derhard Jógvansson og Hanus á Gørðum eru prestar. Jógvan Fríðriksson, biskupur ber fram heilsan. Tórshavnar Kamarkór syngur. Sunnudagsskúli er í kjallaranum. Aftaná er kransakøka, kaffi og te í kirkjuni og okkurt til børnini.
kl. 12:15-15:00 Opin kirkja. Opið er upp í tornið, høvið at síggja kirkjuna og framsýningina, sum er gjørd í samband við føðingardagin. Skattaveiða til børnini í kirkjuni.
kl. 19:00 -20:00 Hátíðar-orgulkonsert við Ara Hammer Joensen og Jógvani Thomsen, organistum. Á skrá er m.a. frumframførsla av orgulsymfoni hjá Ara Hammer Joensen, skrivað til dagin.
Mánadagin 25. august – fríggjadagin 5. september
kl 10:00-17:00 Opin kirkja. Høvið er at síggja framsýningina og hyggja seg um í kirkjuni, fáa sær ein kopp av te ella kaffi og annars njóta løtuna.
Mánadagin 25. august
kl 20:00-21:15 Gospelkonsert við Aalborg Gospel Choir. Glaðir og lívligir tónar frá heili 130 sangarum. Kórleiðari er Henrik Daniel Christoffersen. Dyrnar lata upp kl 19:30
Týsdagin 26. august
kl 10:30-11:30 Arkitekturur og ímyndir í kirkjuni, spennandi fyrilestur frá Eyðuni Eliasen um arkitekturin í Vesturkirkjuni
Mikudagin 27. august
kl 16:30-17:30 Syng við – Barnasálmar. Sálmar og drekkamunnur í barnahædd. Hanus á Gørðum, prestur, presenterar sálmarnar.
kl. 20:00-21:00 Føðingardagssálmakvøld, Heri Joensen, prestur, sigur frá sálmunum.
Hósdagin 28. august
kl 19:00-20:00 Arkitekturur og ímyndir í Vesturkirkjuni, spennandi fyrilestur frá Eyðuni Eliasen um arkitekturin í Vesturkirkjuni.
Fríggjadagin 29. august
kl. 10:00-10:30 Morgunlestur í VK við Hera Joensen, presti.
kl. 20:00-21:30 Ungdómsguðstænasta, Derhard Jógvansson er prestur, Torgeir Petersen, teologilesandi, hevur prædikuna, Hans F. Christiansen syngur og lovsongsbólkurin úr Tabor á Toftum luttekur.
Leygardagin 30. august
kl.15:00 (Um viðrar) Gongutúrur úr Kirkjubø til Vesturkirkjuna við Derhardi Jógvanssyni.
kl. 17:00 Afturkomin av gongutúri verður gott við grillaðum pylsum ella líknandi. Grillmeistarar verða Derhard og Ann. Náddu tit ikki gongutúrin, komið so bara beint í kirkjuna til matin.
Sunnudagin 31. august
kl.11:00 Guðstænasta við altargongd, Bergur Debes Joensen er prestur og Tórshavnar manskór syngur.