,

Hví kosta líka langar bussleiðir hjá Bygdaleiðum ymiskt

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hví kosta bussleiðir hjá við somu veglongd ymiskt, hóast vegalongdirnar eru tær somu? Tað vil Jóannnes Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hava at vita frá landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jóhan Christiansen.

Eisini vil hann hava at vita, hví ferðaseðilin úr Sandavági til Tórshavnar kostar 95 krónur, meðan túrurin úr Vestmanna til Tórshavnar kostar 55 krónur, hóast báðar leiðirnar eru umleið 38 kilometrar.

Jóhannis Joensen vísir á, at ein einvegis túrur við bussi ígjøgnum Vágatunnilin sambært Tunnilsfelagnum kostar 25 krónur, men at ferðandi skal gjalda 40 krónur fyri tunnilin, tá ið tey fara við Bygdaleiðum.

Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin heldur, at slíkir prísmunir kunnu føra til minni nýtslu av Bygdaleiðum, og um ætlanir eru um at endurskoða prísskipanina, so ójavnar verða javnaðir.

Eitt fjórði spurningur er, um útlendingar og føroyingar skulu gjalda ymiskt fyri somu leiðir.

Jóhannis Joensen minnir á, at Bygdaleiðir skulu gera tað lættari, betri og bíligari at ferðast runt landið.