Fyrrverandi íslendskur forseti í Norðurlandahúsinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fyrrverandi íslendski forsetin, Katrín Jakobsdóttir, verður millum gestirnar, tá ið Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri tiltakinum Ísland, sum tað er, sum er stórfingin, áhugaverd, forvitnislig og skemtilig vitjan úr Íslandi.

Tiltakið verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum frá leygardagin 13. septembur klokkan 14.00 til umleið klokkan 17.00.

Við Katrín Jakobsdóttir koma Hrannar Arnarsson, formaður í íslendska Norrøna felagnum og ADHD felagnum, og Jógvan Hansen, skemtari og tónleikari, eisini kendur sum “føroyingurin í Reykjavík”.

Í gaman og álvara fara tey trý at greiða frá og undirhalda um íslendingin, sum hann er og hevur tað í dag.

Tey fara at tosa um avbjóðingar hjá ungum og eldri í vælferðarsamfelagnum, um íslendska mentan og list, politikk og búskap. Og ikki minst: hvørjar væntanir íslendska fólkið hevur til sína framtíð.