Gestir í útvarpsstovuni vóru Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariasen.
Til umrøðu vóru heita politiska heystið, sum er fyri framman í føroyskum politikki. Tosað var um fiskivinnusáttmálan við Russland og lógaruppskotið hjá Sirið Stenberg, sum gevur heimild at banna ávísum russiskum skipum at fiska í føroyskum sjógvi.
Eisini varð tosað um støðuna í Ukraina og Ísrael.
Vertur var Árni Gregersen.