,

Mikudagin byrjar Filmsfelagið aftur við “The Great Lillian Hall”

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Mikudagin byrjar Filmsfelagið aftur. Tá fer Egi Dam at innleiða sýningina, “The Great Lillian Hall”, ið hevur minnismiss á palli sum tema.

Hin tvífalt Oscarvirðislønta Jessica Lange (f.1949) er trúfasta Broadwaystjørnan, Lillian Hall, sum aldri hevur svikið áskoðaran. Men nú hon skal spæla í “Kirsiberjagarðinum”, sum russiski Anton Tjekhov (1860-1904) skrivaði árið fyri hann doyði, bara 44 ára gamal, fer at bila hjá Lillian.

Edith Wilson (Kathy Bates) er dagligur stuðul í sjónleikarhúsinum, og skal síggja til, at alt gongur væl við framførsluni. Men eins og leikstjórin og leiðarin í húsinum, kennir Edith á sær, at her ruggar ikki rætt við Lillian. Hon er ikki hin sama, nú hon er farin at gloyma tekstin.

Næstrafólkini, sum Lillian ikki hevur sett í fremstu røð, merkja onga broyting av pallinum í sjónleikarhúsinum. Dóttrina hevur hon ikki stundir til og ommubørnini eru enn longri burturi úr gerandisdegnum.

Við ringum tannabiti fer hon til læknan, sum bara kann geva henni tey keðiligu boð, at boytingarnar, hon longu merkir, fara at verða enn fleiri.

Eru stundir, at hon kann leggja nakað um í lívinum, og vil hon yvirhøvur gera tað?

André Niclasen, sum var við at endurstovna Filmsfelagið í 1984, hevur týtt russiska leikin, ”Kirsiberjagarðurin”, til føroyskt. Hann er í sjónleikasavninum á Landsbókasavninum.

Filmurin, ”The Great Lillian Hall”, byggir lutvíst á lívið hjá virðisløntu Broadwaystjørnuni, Marian Seldes (1928-2014). Bróðurdóttirin, Elisabeth Seldes Annacone, hevur skrivað handritið, sum filmurin byggir á. Fyri handritið fekk hon fyrr í ár virðisløn frá Writers Guild of America.

Hollywood Reporter skrivar um filmin: “The Great Lillian Hall is a lovely tribute to life in the theater, with all its personal compromises, and a showcase for Lange, who deftly shows the character as a vulnerable woman and also displays the distinct style of Lillian the bravura actress.”

Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962. Tann biografurin er í dag hin einasti í landinum. Filmsfelagið virkar fyri at seta listaliga áhugaverdan film á skrá. Seinastu árini hevur Filmsfelagið eisini havt samstarv við mentanarligu fyrisitingina í Tórshavnar kommunu, at framtíðartryggja biografin sum upplivingarrúm at vísa og síggja film, nú bara ein biografur er eftir í landinum. Partarnir eru samdir um innihaldið í hesi avbjóðing.

Næsti filmur í Filmsfelagnum er ”Summarbókin” hjá Tove Jansson, sum Annika Dalsgaard, ið er kend frá Gentuvesinum, men eisini hevur týtt fyri Bókadeildina, og útgivið stuttsøgur og yrkingar síðani hon var 16, fer at innleiða. Atgongumerkjasølan er byrjað.

Sýningarnar í Filmsfelagnum eru altíð almennar.

27/8 kl 20:00 The Great Lillian Hall (Michael Cristofer USA 2024 110 min)