Fyrsti stig av ísraelsku innrásini í Gaza er í gongd. Álopið byrjaði eftir samanstoyt við Hamas, sigur ein talsmaður fyri ísraelska herin. Nú hevur verjumálaráðharrin Israel Katz góðkent eina nýggja innrás, sum hevur til endamáls at fáa tamarhald á Gazabýi.
Ísrael innkallar 60.000 fólk úr eykaherinum, og tað talið kann gerast enn størri. Hetta verður lýst sum ein innrás, har Gazabýur skal evakuerast og umringast, áðrenn herurin fer inn.
Ætlanin er í fýra stigum. Bygging av sonevndum menniskjaligum undirstøðukervi sunnanfyri Gazageiranum, síðan skal fólkið flyta, umlegging av býnum og hertøka av býnum.
Ísraelsku myndugleikarnir siga, at hetta er neyðugt fyri at steðga Hamas. Men altjóða felagsskapir fordøma ætlanini og vísa á, at tvangsflytning avf ólkabólkum er í stríð við fólkarættin.
ST og fleiri lond hava sagt, at hetta er eitt álvarsligt brot á altjóða lóg. Tað, sum Ísrael kallar “menniskjaligar fyrireikingar”, verður av øðrum mett sum tvingsil og brot á rættindi.