Fleiri fakbólkar fáa lut í bókasavnsgjaldinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Almanna- og mentamálaráðið hevur kunngjørt eina kunngerð,, sum broytir reglurnar fyri, hvussu bókasavnsgjaldið verður býtt.

Talan er um eitt gjald, sum verður latið teimum, ið hava skrivað bøkur, týtt, gjørt listaverk ella annað, sum er til láns á bókasøvnunum. Nú verður lagt upp til, at eisini ljóðbøkur og e-bøkur, sum fólk kunnu læna á netinum, skulu teljast við. Eisini listaverk, sum eru til láns á bókasøvnunum, skulu geva rætt til gjald.

Í uppskotinum verður eisini skotið upp, at fleiri skapandi fakbólkar skulu kunna fáa part av gjaldinum. Har verða nevnd tónaskøld, fotografar og tey, sum lesa bøkur inn. Hetta eru fólk, sum hava verk á bókasøvnunum, men sum ikki hava verið nevnd í gomlu reglunum.

Ein broyting er eisini, at bøkur nú skulu hava minst 17 síður í staðin fyri 32 fyri at teljast við. Tað samsvarar við markið fyri, nær ein bók verður skrásett í Føroyska Bókalistanum.

Eisini verður ein áseting tikin burtur, sum áður gav gjald fyri forsíðu á myndprýddum ljóðbókum og e-bókum. Orsøkin er, at myndlistafólk og fotografar longu hava rætt til gjald, um myndirnar fylla nógv í verkinum.

Uppskotið byggir á bókasavnslógina og skal tryggja, at gjaldið verður býtt rættvíst og samsvarar við, hvussu fólk í dag lesa og læna bøkur, bæði á bókasøvnunum og á netinum.