Guterres mælir til vápnahvíld í Gaza beinanvegin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

ST-aðalskrivarin, António Guterres, mælir sambært Reuters til vápnahvíld í Gazageiranum alt fyri eitt.

Tað segði hann í nátt, eftir at Ísrael í gjárkvøldið boðaði frá, at tey fara undir eina stórálop fyri at taka ræði á Gazabýi.

Á einari ráðstevnu í Japan segði Guterres, at tað er avgerandi fyri at forða deyða og oyðilegging, sum ein hernaðarlig atsøkn móti Gazabýi kann elva til.

Hann heitir á partarnar um at steðga krígnum beinanvegin, og ávarar um álvarsligu avleiðingarnar av krígnum.