Aker BP hevur funnið munandi nøgdir av olju í Norðsjónum. Tað skivar norski miðilin E24.
Talan er um eitt oljufund á Yggdrasilfeltinum, sum verður mett at vera millum 96 og 134 milliónir tunnur.
Karl Johnny Hersvik, stjóri í Aker BP, sigur at Omega Alfa er millum størstu fundini í Noregi seinastu tíggju árini. Hann kallar tað ein týðandi liður málinum um at framleiða yvir eina milliard tunnur á Yggdrasilfeltinum.
Yggdrasil er størsta útbyggingarverkætlan á norskum sokkli í løtuni. Fundini eru úr leitingarætlanini við fimm økjum: Omega, Alfa, Alfa Sør, Sigma NE og Pi.
Lagt verður afturat, at fundið er úrslit av tøttum samstarvi millum toymini í Aker BP og samstarvsfeløg. Hann vísir á, at nýggir leitihøttir kunnu flyta mørk.