Thor Freyja skrásett í FAS

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sjóvinnustýrið boðar á heimasíðu síni frá, at Thor Freyja hjá Thor í Hósvík nú er skrásett í føroysku skipaskrásetingini, FAS.

Hetta er síðsta av fýra skipum, sum P/F Thor hevur flutt úr Bahamas í Føroysku Altjóða Skipaskránna.

Hini eru Thor Magni, Thor Frigg og Thor Modi. Øll skipini eru bygd í 2015 í Turkalandi og virka sum supply-skip í offshore-vinnuni.

Sjóvinnustýrið ynskir teimum øllum vælkomnum í FAS!