Heilsupolikkur fyri Løgtingið í ár

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Uppskot um ein samlaðan heilsupolitikk verður eftir ætlan lagt fyri Løgtingið í ár. Tað skrivar heilsumálaráðið á heimasíðu síni.

Arbeiðið nærkast nú endanum, og landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, hevur heilsað uppá ráðgevarabólkin, sum hevur verið knýttur til verkætlanina.

Bólkurin er settur saman av fakfólki og sjúklingaumboðum. Hann er millum annað komin við uppskotum um átøk og ráðgivið um raðfestingar av málum og átøkum.

Súsanna Bertholdsen sigur:
– Politikkurin fer at vísa á, hvat vit skulu miða eftir, og hvørjar raðfestingar skulu gerast á heilsuøkinum í framtíðini.

Heilsupolitikkurin er fyri tíðarskeiðið 2025 til 2035. Hann skal vera eitt amboð til at menna heilsuverkið og styrkja fyribyrging og heilsufremjan.