Fríkendur í Føroya Rætti – dømdur í landsrættinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein føroyingur í 40’unum er í dag dømdur í landsrættinum fyri smugling av rúsevnum. Maðurin varð fríkendur í Føroya Rætti í fjør.

Maðurin var ákærdur fyri saman við tveimum øðrum at hava lagt til rættis smugling av 168 g av MDMA til Føroya. Maðurin skuldi sambært ákæruni taka ímóti rúsevnunum í Føroyum.

Føroya Rættur metti, at tað ikki var ført prógv fyri, at hann var partur av smuglingini. Hini bæði fólkini í málinum vórðu dømd ávikavist 1 ár og 1 ár og seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Ákæruvaldið kærdi frídømingina til landssrættin, sum í dag hevur funnið mannin sekan. Hann fekk 1 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.