Jóannes Bjartalíð spældi seinasta korterið, tá ið Fredrikstad í London tapti 1-0 móti Crystal Palace í fyrra avgerandi dystinum at spæla seg í bólkaspælið í Confernce League.
Hann skeyt millum annað eitt fríspark innfyri, sum sá út til at fara aftur um baklinjuna, men ein viðleikari megnaði at skalla bóltin inn fyri málið, men einki spurdist burtur úr.
Fredrikstad megnaði at halda Premier League-liðnum burtur frá málinum í nærum ein tíma. Martin Børsheim í málinum hevði fleiri góðar bjargingar, og bæði Ismaïla Sarr og Mateta royndu seg.
Einki mál kom fyrr enn tíggju minuttir inn í seinna hálvleik. Tá stýrdi Jean-Philippe Mateta bóltin í netið eftir skot frá Will Hughes.
At tapa 1-0 á útivølli verður mett at vera eitt gott úrslit hjá Fredrikstad, og útgangsstøði er gott undan seinna dystinum, sum verður spældur í Noreg um eina viku.