ÍF og B36 trygt víðari í minnu steypakappingini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Mikukvøldið byrjaði minna steypakappingin hjá kvinnum í fótbólti.

Í Fløtugerði vann ÍF ein tryggan 4-0 sigur á B68. Málini skoraðu Jenny Reinert Petersen, Erla Róin og Kristina Obradovic, sum skoraði tvey. Fuglafjarðarkvinnurnar tryggjaðu sær harvið pláss í hálvfinaluni.

Í Gundadali vann B36 eisini greitt, tá 07 Vestur vitjaði. Úrslitið gjørdist 3-0 til B36. Málskjúttarnir vóru Bára Magnussen, Gunnrið Poulsen og Sigrið Hansdóttir.

Við hesum úrslitum eru ÍF og B36 klárar til hálvfinalurnar. Har møtast ÍF og B36, og hin hálvfinalan verður millum FC Suðuroy og FC Hoyvík.

Hálvfinalurnar verða spældar 3., 13. og 14. september. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 27. september.

Niðanfyri síggjast tey sjey málini, ið vórðu skoraði í fyrsta umfari.