,

Skráin fyri Norð Festivalin 2025 klár!

Skrivað

Norð Festivalur

Dagfesting

30 august verður Viðareiði karmur um ársins Norð Festival.

DoDo & the DoDo’s eru millum høvuðsnøvnini í ár, og tey fara á pallin klokkan 21.30. Annars sæst úr skránni, at talan verður um tríggjar pallar.

Dagurin byrjar longu klokkan 10.00 við ókeypis morgunmati fyri øllum gestunum, áðrenn Trølla Pætur og Omman klokkan 11.15 fara at undirhalda fyri børnunum í stóra tjaldinum. Spælilandið letur upp klokkan 12.00, eins og viðingar aftur í ár fletta eina kúgv klokkan 12.30. Hotel Norð bjóðar sum vant eina vælsmakkandi buffét frá klokkan 15.00.

Talan er um ein langan og fjølbroyttan tónleikadag, tí klokkan 15.00 byrjar Uni Debess á hugnaligu terassuni, og tann seinasta konsertin verður við Adrenaline á stóra palli klokkan 2.30. Talan er um heili 15 ymiskar tónleikaframførslur ígjøgnum dagin.

Fyriskipararnir siga í skrivi, at aftur í ár verður tjóðstarta eitt sindur fyrr, tí longu fríggjakvøldið 30. august klokkan 19.00 verður hugnaløta og felagssangur á Hotel Norð við Jóanis Erik Køtlum, Eyðun Hansen, Eyðun á Lakjuni og Dávur Heinesen á harmoniku fyri festival gestum, umframt at Tónar fara at spæla til dans frá klokkan 22.00.

So øll skulu vera hjartaliga vælkomin norð longu fríggjakvøldið, har vit halda á til klokkan 2.00. Eisini verður møguleiki at keypa atongumerki og at fáa armband á fríggjakvøldið.


Skráin á Norð Festivalinum

Stóri Pallur:
18.00: Guðrið Hansdóttir
19.30: Marius Ziska
21.30: DoDo & the DoDo´s
23.45: Páll Finnur Páll
01.30: RSP
02.30: Adrenaline

Tjaldið:

11.15: Trølla Pætur og Omman
16.30: Danny Baldursson
18.45: Kim Hansen
20.30: Jens Marni Hansen
23.00: Eyðun Nolsøe
00.45: Karl Martin Samuelsen.

Terassan:
15.00: Uni Debess
15.45: Steintór Rasmussen
17.15: Elin Brimheim Heinesen