Um vikuskiftið verður árligi Sjómannadagurin í Klaksvík.
Grækaris Magnussen tosaði í tíðindasendingini á FM1 á middegi við Eyðstein Poulsen, sum hevur verið við at skipa fyri Sjómannadegnum øll árini síðan tann fyrsti var í 2005.
Sum vanligt er nógv ymiskt á skránni, og leygardagin er millum annað ein røð av heilt serligum føroyameistarakappingum. Vit kunnu nevna FM-kapping í at “Vinda hespu upp í noða”, FM í at “Stápla kassar, og tað eru fiskakassar”, FM í at “Skera agn”, FM í “Egning”, og her ræður sum flestum kunnugt um at vera kvikastur.
Aðrar føroyameistarakappingar eru eisini á skránni, til dømis trolbøting, sjómanstak, og skipað verður fyri stórari køkukapping.
Í dag verður fiskikapping fyri øll børn, og kappast verður í tveimum aldursbólkum, børn í skúlaaldri og børn undir skúlaaldri. Kappast verður um at fiska størsta fiskin.
Í kvøld verður afturvendandi vatnkríggið á Vágni í Klaksvík við millum øðrum sjóverjuskipinum Brimli. Skip og bátar taka fólk umborð á Kósabrúnni, og síðan verður kríggjast millum bátarnar á Vánni.
Brimil liggur á krígsøkinum og smærri og størri bátar sigla ímóti klokkuni runt um Brimil og fram við sløkkiliðsbilunum á vesturbryggjuni.
Skráin á Sjómannadegnum um vikuskiftið
Fríggjadagur 22. august
17.00
Fiskikapping á Kósabrúnni fyri øll børn
Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við.
Tilmeldingin er á Kósabrúnni, har luttakarar fáa agn, posa og pappírslepa at skriva navn og fartelefonnummar á.
Møtið í góðari tíð.
Børn og vaksin fáa kaffi, kakao og góðgæti.
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2, og 3 í hesum bólkum:
Gentur undir skúlaaldur, dreingir undir skúlaaldur, gentur í skúlaaldri og dreingir í skúlaaldri.
Tann, ið fiskar størsta fiskin verður útnevndur fiskikongur/drotning, fær handað steyp umframt sleingitráðu frá Berglon.
Heiðursmerkjahandanin verður á stóra palli á Sjómannadegnum leygarmorgunin 23. august kl. 11.15
18.00
Stórt vatnkríggj millum skip og bátar umframt á kaiøkinum á vestursíðuni
Tá fiskikappingin er liðug, leggja skip og bátar at Kósabrúnni og taka fólk umborð, og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vágni.
Sløkkilið og bjargingarfeløg luttaka í vatnkrígnum.
Siglt verður í ring inni á Vágni, og kríggið endar, tá sjóverjuskipið Tjaldrið blæsir tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum.
Á vestursíðuni, framman fyri Northern Fish Cold Storage, er stórt vatnkríggj á landi fyri børn og vaksin, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum. Sjórænarar vitja.
Øll – bæði børn og vaksin – sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu rokna við at gerast dýggjvát og tí er umráðandi, at vera í heitum klæðum.
Tað er ikki loyvt at kasta vatnballónir á sjógv!
Minnist til, at lata tykkum í bjargingarvestar!
Leygardagur 23. august
08.30 – 09.30
Sjómannadags ‘Dyppimik’ í neystinum á Flesjum í Borðoyarvík.
Havið egið krúss við, og minnist til svimjiklæðir og handklæði!
09.00
Føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl.
10.00
Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukai.
Jóhanna, Westward Ho, Dragin, Grinkil, Norðlýsið, Thorshavn og Norðan.
10.30
Merkið verður vundið á stong.
Umboð fyri manning, ið hevur longstu leið á Sjómannadag, vindur Merkið í húnar hátt, meðan tjóðsangurin verður sungin.
Síðani verður Føroya Sjómannadagur 2025 settur á stóra pallinum, og boðið verður til stóra morgunmatarborðið á bryggjuni.
Á stóra palli
Tilmelding til allar kappingar fer fram talgilt við pallin.
*undantikið til svimjikappingina. Meldið til hjá ÆGIR við at skriva navn á svimjara í sms-boðum til 229950.
10.45
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, bjóðar vælkomin
10.55
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, setur Føroya Sjómannadag
11.05
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, letur heiðursmerki til bestu skip og bátar í Føroyum
11.15
Umboð fyri Føroya Sjómannadag letur heiðursmerki til vinnararnar av fiskikappingini.
Vinnarin av størsta fiskinum verður kosin. Vinningur: Sleingitráða frá Berglon
11.25
Granskarar frá Havstovuni skera størsta fiskin frá fiskikappingini upp, og greiða í stuttum frá fiskinum
11.45
Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða
Kappingin er fyri pør.
Vinnaraparið fær gávukort frá Hilton Garden Inn á gisting 2 nætur í dupultkamari á fyri 2 persónar íroknað morgunmat. Matskrá fyri 2 í Hallartúni annað av kvøldunum.
12.05
Føroyameistarakapping – Kasta langlínu
Føroyameistarin fær ein PlayStation 5, Slim standard edition frá Elding, virði 5.299 kr.
Silvurvinnarin fær eitt gávukort á kr. 3.000,- frá INN
Bronsuvinnarin fær eitt gávukort á 1.000 kr. frá INN
12.20
Føroyameistarakapping – Agnskering
Føroyameistarin fær eitt gávukort á 5000 kr. frá Atlantic Airways
Silvurvinnarin fær gávukort á Apple iPad 10.2″ (2021) 64GB, New Open Box A+, Wi-Fi frá Nema, virði 3.699 kr.
Bronsuvinnarin fær 1.000 kr frá Bónus
12.40
Skipalista-Kvissin – undankapping
Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir
Kappingin er skipað sum Kahoot! á snildfonini – Minnist til at heinta appina.
Finalan verður kl. 16.00
13.15
Føroyameistarakapping – Egning
Føroyameistarin fær gávukekk á 5.000 kr. frá Kjølur.
Silvurvinnarin fær gávukekk á 3.000 kr. frá Kjølur
Bronsuvinnarin fær gávukekk á kr. 2.000 kr. frá Kjølur.
14.00
Føroyameistarakapping – Trolbøting
Føroyameistarin fær vikuskifti í Captains Cottage á Sandi frá Skipara- & Navigatørfelagnum
Silvurvinnarin fær eitt gávukort á 3.000 kr. frá INN
Bronsuvinnarin fær eitt gávukort á kr. 1.000,- frá Bónus
14.50
Føroyameistarakapping – Sjómanstak, innleiðandi umfar
15.40
Føroyameistarakapping í køkubaking
– Køkurnar skulu latast inn í kantinuni á Northern Fish Cold Storage(Hjá Antinis) ímillum klokkan 11:00 og 12:00
Køkudómarar: Ranva Knudsen, Olevina Sundsskarð og Heðin Arge.
Vinningar
Besti smakkur: Apple Iphone 16 128GB Teal frá Føroya Tele, virði 7.799 kr. og ein posa av Callebaut sjokolátu
Kreativitetur: Gávukort á kr. 3.000,- frá INN og ein posa av Callebaut sjokolátu
Teknikkur: Gávukort á kr. 3.000,- frá FK og ein posa av Callebaut sjokolátu
16.00
Skipalista-Kvissin – Finalan
Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir
Vinningur: 2 stk. Apple Iphone 16 5G 256GB svørt frá Elding, virði 8.799 kr.
16.50
Føroyameistarakapping – Halda dregg MENN
Føroyameistarin fær ein JBL Partybox 520 hátalara frá Elding, virði 6.499 kr.
Silvurvinnarin fær gávukort á 3.000 kr. frá Bónus
Bronsuvinnarin fær gávukort á 1.000 kr. frá FK
17:20
Føroyameistarakapping – Halda dregg KVINNUR
Føroyameistarin fær eina Apple Iphone 16 128GB ultramarine frá Elding, virði 7.799 kr.
Silvurvinnarin fær gávukort á 3.000 kr. frá Bónus
Bronsuvinnarin fær gávukort á 1.000 kr. frá FK
17.50
Vinnararnir av Føroyameistarakapping í kassastápling og svimjing um Vágna verða avdúkaðir
Vinningur Svimjing um vágna:
Menn: Gávukort á 5.000 kr frá Atlantic Airways
Kvinnur: Gávukort á 5.000 kr frá Atlantic Airways
Vinningur Kassastápling:
Føroyameistarin fær 55” LG Flatskerm frá Elding, virði 5.799 kr.
Silvurvinnarin fær ein Apple iPad 10.2″ (2021) 64GB, New Open Box A+, Wi-Fi frá Nema, virði 3.699 kr.
Bronsuvinnarin fær gávukort á 1.000 kr. frá Bónus
18.10
Togtogan millum skipsmanningar
8 persónar pr. lið
Vinningurin er ein cruiseferð við Norrønu til Íslands fyri 12 mans í 2025 ella í 2026.
18.40
Føroyameistarakapping – Sjómanstak, Finalan
Føroyameistarin fær Samsung Galaxy S25, 128GB Blue frá Føroya Tele, virði 7.499 kr.
Silvurvinnarin fær Iphone 13 5G 128 GB frá Nema, virði 4.579 kr.
19.00
Sjómanskonsert við Anfinn & Co.
Í stóra tjaldinum
10.40
Boðið verður til stórt morgunmatarborð
14.00
Føroya Sjómannadagur bjóðar grillað grindatvøst við rómaeplum
11.00 – 18.00
Listaframsýning við Lydiu Petersen, Monicu Ósá Henriksen og Magnu Auðunsson
Á barnaøkinum
12.00 – 19.00
Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli
12.00 – 18.00
Ókeypis hoppiborgir
12.00 – 18.00
Trygd bjóðar ókeypis andlitsmáling
13.00 – 18.00
Ókeypis kramarísar – Føroya Sjómannadagur og MBM bjóða øllum børnum ókeypis kramarís
13.00 – 17.00
Trygd bjóðar ókeypis Candy Floss
Á Silvapallinum
12.00 Operetturnar
13.30 Trøllapætur, omman & ommudidd rokka
15.00 Silvi & Bubu
Aftaná bjóðar Silvi øllum børnunum okkurt gott
16.20 Barnatiltak og felagsspøl við Kæti
Á økinum
11.00
Málningaframsýning við Annu Mohr verður í gamla Fullpower. Opið frá kl. 11.00
12.00 – 15.00
Betri Trygging bjóðar øllum børnum ókeypis burðardyggar ballónir
Ballónirnar eru framleiddar úr 100% natúrgummi og byrja at niðurbrótast so skjótt, tær verða upppblástar. Tær gerast aftur til ein part av náttúruni upp á somu tíð, sum eitt eikiblað. Bandið, ið er fest á ballónirnar, er eisini burðardygt – framleitt úr plantum.
13.00
Grindamannafelagið skerir grindahval upp oman fyri gamla Roykivirkið.
Greitt verður frá á enskum, meðan grindahvalurin verður skorin upp.
Tvøstið verður síðani grillað og hesin leskiligi borðiskur verður borðreiddur gestum saman við rómaeplum.
13.00 – 18.00
KAV & Norðvask bjóða ókeypis poppkorn, kaffi, keks, saft og okkurt gott til børnini. Hetta er niðanfyri Roykivirkið.
13.00 – 17.00
Opið hús á Looknorth
Looknorth bjóðar øllum kaffi/te og vafflir.Víst verður runt á virkinum, og høvi verður eisini at síggja framleiðsluna og vørurnar, ið Looknorth framleiðir.
13.00 – 17.00
Opið hús á Netastovuni. Netastovan bjóðar øllum kaffe/té og okkurt søtt til góman. Høvi verður at síggja okkara framleiðslu.
13.00 – 19.00
Føroya átiligasta fiskaborð
JFK bjóðar Fish & Chips. Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Í ár fara fýra kokkar frá kendum enskum Fish & Chips matstovum at kokkast. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.
—–
Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn úr Føroya Bjór smáttuni
—–
Bakkafrost eru errin av sínum vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Aftur í ár fer Bakkafrost at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum á bryggjuni. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.
—–
Christian í Grótinum og Amarant
Á sjómannadøgunum í ár borðreiða vit við eini Pokéskál við heitt royktum makreli.
Omaná bjóðar Amarant kaffi og eina rabarbu desert.
Urbanus diskar við sluppirnar.
Tað verður í hjartanum á Sjómannadegnum, beint við teltini hjá CIG og Amarant.
Kom og njót góðar tónar.
14.00 – 17.00
Føroyameistarakapping í kassastápling
Á sjónum
09.00
Føroysk træseglskip og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl
10.00
Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukaj.
Jóhanna, Westward Ho, Dragin, Grinkil, Norðlýsið, Thorshavn og Norðan eru við.
11.00 – 17.00
Sjórænaraskip við Trøllapæturi, ommuni og ommudidd siglir stuttar túrar við børnum
11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Westward Ho
- 13.00 – 17.00 Manningin hjalpir børnum at hála fokkuna upp og nidur, leggja um klampa og seta fast. Síðan gera fallið upp.
11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Norðan
11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Draganum
11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Thorshavn
13.00 – 18.00
Vilt á sjónum
– Ókeypis túrar við skjóttgangandi RIB-bátum
13.30
Bjargingarroynd við Norðoya Bjargingarfelag
14.00 – 17.00
Opið skip umborð á Christian í Grótinum
14.00 – 17.00
Opið skip umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.
Gestirnir ganga rundtúr á rannsóknarskipinum, t.d. á troldekkinum, kanningarstøðunum har umhvørvi og fiskur verða kannað og upp á brúnna. Í fabrikkini verður víst, hvussu fiskamátiskipanin umborð virkar.
14.00 – 17.00
Opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska
14.00 – 17.00
Opið skip umborð á sjóverjuskipinum ”Knud Rasmussen”
Manningin bjóðar heitar pannukøkur, kaffi og saft.
14.00 – 17.00
Opið skip umborð á sjóverjuskipinum ”Tjaldrið”.
Manningin vísir skipið fram og bjóðar sunkist og kaffi. Skipið er ikki stórt, so avmarkað er við plássi, og umstøðurnar verða lagaðar eftir hesum.
14.30
Konsert við Danny & the Veetos umborð á Betri Trygging bátinum
15.25
Svimjikapping á Vágni fyri menn og kvinnur
Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vágna. Tilmelding hjá ÆGIR við at skriva navn á svimjara í sms-boðum til 229950
Kappast verður í tveimum bólkum: Kvinnur og menn
Sunnudagur 24. august
11.00
Sjómansgudstænasta í Christianskirkjuni við Øssuri Kjølbro
18.00
Sjómansmøti í Kfum & K Klaksvík.
Marius Jacobsen, Leirvík talar. Sangur frá Streingjakórinum, monnum í Kfum & K og frá Bill Justinussen. Innsavnan til Sjómansmissiónina. Nattverði er aftaná. Øll hjartaliga vælkomin
*Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum í skránni og í sambandi við vinningar