Botnbrak á Dungasandi í Sørvági í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fyrsti dysturin í 20. umfari í Betrideildini við monnum verður spældur á Dungasandi í Sørvági í dag klokkan 17.00. Dysturin er millum 07 Vestur, sum er aftast og TB, sum er næstaftast.

Serliga fyri heimaliðið 07 Vestur er alt avgerandi at vinna hendan dystin, um teir skulu halda lív í vónini at sleppa undan niðurflyting. Liðið hevur tapt seinastu fimm dystirnar og liggur aftast í deildini við bert sjey stigum.

TB hevur eisini brúk fyri stigum í stríðnum at koma fram um FC Suðuroy, sum er tvey stig frammanfyri TB.

Tvørámenn hava havt trupult við at fáa úrslit, men hevur kortini skava onkur stig saman og liggur á níggjunda plássi við ellivu stigum. Hetta er ein klassiskur “seks-stigs dystur”, har bæði lið hava brúk fyri sigri.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, og til ber eisini at fylgja gongdini ovast á portal.fo.


Dystarskráin – 20. umfar

Leygardagur 23. august

  • Kl. 17.00: 07 Vestur – TB (í Sørvági)

Sunnudagur 24. august

  • Kl. 15.00: KÍ – HB (í Klaksvík)
  • Kl. 15.00: B36 – B68 (í Havn)
  • Kl. 15.00: NSÍ – Suðuroy (í Runavík)
  • Kl. 17.15: Víkingur – EB/Streymur (í Norðragøtu)

Stigatalvan – Betrideildin

DVJTMF+/-Stig
1181710628+5452
2HB1914234529+1644
3NSÍ1913337125+4642
4Víkingur199462922+731
5B36197482933-425
6EB/Streymur186572031-1123
7B681954102445-2119
8Suðuroy1941141747-3013
9TB1925122058-3811
1007 Vestur1921162140-197