Ari og Nicolai eru takksamir fyri stuðulin frá 07 Vestur fjepparunum

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýrini siga frá teimum trimum málunum 07 Vestur skoraði í 3-0 heimasigrinum á TB. Hoyr Jóhan taka samanum ein uppibornan heimasigur, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við 07 Vestur-málverjan, Ara í Haraldsstovu Petersen og tvímálsskjúttan, Nicolai Møller Dohn. Trygvi prátaði eisini við TB-høvuðsvenjaran, Thomas Thinggaard. Ara og Nicolai staðfesti týdningarmiklan sigur, og eru teir sera takksamir fyri stuðulin teir fingu frá 07 Vestur fjepparunum. TB-venjarin harmast, at 07 Vestur ikki fekk reytt kort í fyrra hálvleiki, men tekur annars fulla ábyrgd av 0-3 tapinum. Mynd: Trygvi Absalonsen.