Glyvrabáturin, Sølmundur og Drekin vunnu langteinaróðrarnar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Glyvrabáturin hjá NSÍ, Sølmundur hjá NSÍ og Drekin hjá Havnar Róðrarfelag vunnu hvør sín bólk í langteinaróðrinum á Skálafjørðinum í dag.

Glyvrabáturin var skjótastur í bólkinum 6 mannafør menn yvir 18 ár við tíðini 30:06.497. Sølmundur vann hjá kvinnum yvir 18 ár við 34:22.934, og Drekin hjá Havnar Róðrarfelag kom fyrstur á mál í bólkinum 5 mannafør menn undir 18 ár við tíðini 32:12.036.

Hetta var ein nýggj og øðrvísi uppliving, har kappróðursbátarnir royndu seg á einum longri teini enn vanligt.

Róðrarsamband Føroya og Skála Róðrarfelag skipaðu fyri róðrinum og løgdu dent á, at tryggleikin var í hásæti. Sjálvboðin stimaðu runt á leiðini fyri at tryggja, at alt gekk sum ætlað.


Langteinaróður 1 – 2025

SKÁLAFJØRÐUR – 23-08-2025 – 13:00

5 MF MENN UNDIR 18 ÁR

NrBátanavnTíð
1Drekin (HR)32:12.036
2Kollur (KÍF)33:43.991
3Flógvin (ERF)35:27.225

6 MF KVINNUR YVIR 18 ÁR

NrBátanavnTíð
1Sølmundur (NSÍ)34:22.934
2Sjóherji (Tindur)35:30.946
3Tvørabáturin (FSR)36:35.714
4Riddarin (MR)38:10.614
5Sjódrekin (Skála)38:55.143

6 MF MENN YVIR 18 ÁR

NrBátanavnTíð
1Glyvrabáturin (NSÍ)30:06.497
2Sundabáturin (NHR)30:54.387
3Gongurólvur (HR)31:00.085
4Víkingur (HR)32:16.891

Myndir: Kappróðrarfelagið NSÍ og Róðrarsamband Føroya