07 Vestur heldur lív í vónini eftir greiðan sigur á TB

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

(Savnsmynd: jn.fo/Jóanis Albert Nielsen)

07 Vestur helt lív í vónini at yvirliva í bestu mansdeildini í fótbólti, tá ið teir vunnu 3-0 á TB í Sørvági leygardagin.Talan var um fyrstu stigini hjá 07 Vestur í yvir tríggjar mánaðir.

Stigaturkurin vardi í átta dystir, og liðið hevði staðið í stað á sjey stigum síðani 16. mai. Men nú tók liðið hjá Michael Schjønberg eitt týðandi fet fram.

Nicolai Møller Dohn skoraði bæði fyrsta og annað málið. Í 35. minutti setti hann seinasta fótin á vælspælt álop, og í 83. minutti stútaði hann bóltin í málið eftir hornaspark frá Jóannis á Steig.

Casper Gedsted staðfesti sigurin í 90. minutti. TB hevði sínar møguleikar, men tað var ikki so hvast hjá gestunum í dag.”Nú er 07 Vestur fýra stig frá bjargingini.

07 Vestur – TB 3-0 (1-0)
35′ Nicolai Møller Dohn (Mikke Hyllegaard) 1-0
84′ Nicolai Møller Dohn (Jóanis á Steig) 2-0
90′ Casper Gedsted Hansen 3-0 


Dystarskráin – 20. umfar

Leygardagur 23. august

  • 07 Vestur – TB 3-0

Sunnudagur 24. august

  • Kl. 15.00: KÍ – HB (í Klaksvík)
  • Kl. 15.00: B36 – B68 (í Havn)
  • Kl. 15.00: NSÍ – Suðuroy (í Runavík)
  • Kl. 17.15: Víkingur – EB/Streymur (í Norðragøtu)

Stigatalvan – Betrideildin

DVJTMF+/-Stig
1181710628+5452
2HB1914234529+1644
3NSÍ1913337125+4642
4Víkingur199462922+731
5B36197482933-425
6EB/Streymur186572031-1123
7B681954102445-2119
8Suðuroy1941141747-3013
9TB2025122061-4111
1007 Vestur2021162440-1610