Fróði Benjaminsen, landsliðsvenjari, hevur tikið 18 dreingir út til U19-landsliðið, sum fer á venjingarlegu í Ljubljana í Slovenia frá 1. til 9. septembur.
Legan er ein liður í fyrireikingunum til EM undankappingina, sum verður í Ungarn frá 10. til 19. novembur. Har skulu Føroyar spæla í bólki 2, saman við Ungarn, Frankaríki og Bulgaria.
Umframt venjingar eru eisini tríggir venjingardystir á skránni. Tann 3. septembur møta okkara dreingir Póllandi, tann 6. septembur spæla teir móti Aserbadjan, og tann 8. septembur verður dystur móti Slovenia.
Ferðalagið fer úr Føroyum mánadagin 1. septembur, og kemur heim aftur týsdagin 9. septembur.
Hópurin
- Torkil Skála, AB
- Tróndur Sjúðarsson, FC Suðuroy
- Jósef Ólavsson, Víkingur
- Jens Eiler Samsson, Víkingur
- Silas B. Joensen, HB
- Dávid P. á Líðarenda, Víkingur
- Jákup Olsen, KÍ
- Dennis Stefan Anghel Olaru, B36
- Arnór Brandsson, Víkingur
- Benadiktus Olsen, NSÍ
- Djóni Sivertsen, B36
- Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, TB
- Rasmus Helgason, 07 Vestur
- Bogi á Reynatrøð, Víkingur
- Mattias Dahl Djurhuus, TB
- Páll Muller, KÍ
- Sjúrður Henriksen, AB
- Dánjal Mørkøre, Vejle BK (Danmark)
Savnsmynd: fsf.fo