Neyðugt at Útlendingastovan fær fleiri starvsfólk

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað er neyðugt, at Útlendingastovan fær fleiri starvsfólk, um málsviðgerðartíðirnar skulu styttast. Tað stendur millum annað í svari frá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni, til fyrispurning frá Helga Abrahamsen, tingmanni fyri Sambandsflokkin, sum spurdi um, hvat landsstýrið ætlar at gera fyri at stytta viðgerðartíðirnar í málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Bjarni K. Petersen svarar, at málsøkið er nýtt, og tí skal Útlendingastovan samstundis menna mannagongdir, málsviðgerðarskipanir og fakligar førleikar, meðan sjálv viðgerðin fer fram. Hetta ger arbeiðið meira tíðarkrevjandi.

Hann vísir á, at stovnurin er lítil og hevur ikki somu fyrimunir sum størri eindir, so sum journaleindir og automatiseraðar skipanir.

Harumframt fall skipanin við uppihaldskortum burtur, og nú má Útlendingastovan skriva út afturferðarloyvi til hvønn einstakan útlending. Higartil hevur Útlendingastovan skrivað út umleið 700 afturferðarloyvir, stendur í svarinum.

Løgmálaráðið hevur heitt á danska Udlændinge- og Integrationsministeriet um at loysa trupulleikan, og gongd er í málinum. Landsstýrismaðurin sigur, at hann arbeiðir við at finna eina loysn og væntar, at tiltøkini fara at stytta viðgerðartíðina.