Myrk skýggj fyri framman hóast pílarnir peika uppeftir

Skrivað

FM1

Dagfesting

Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, ávarar um, at búskaparliga støðan í Føroyum ikki er so bjørt, hóast konjunkturpílarnir vísa vøkstur.

Tað er serliga støðan í alivinnuni, sum órógva búskaparfrøðingarnar. Í dag varð heystfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum løgd fram.

Í samrøðu við Árna Gregersen í tíðindunum á FM1 vísir Johnny í Grótinum á, at tað er ógvusliga niðurgongdin í laksaprísinum, sum órógvar.

– Í vár roknaðu vit við einum vøkstri í bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) á 5 prosent, men nú hava sett væntanarnir niður á 2 prosent, og tað er orsaka av lækkandi laksaprísinum. Trupulleikin er tann, at alivinnan í løtuni framleiðir eina vaksandi mongd av laksi til útflutnings, men framleiðslukostnaðurin er minni, enn hvat fæst fyriri hann, sigur Johnny í Grótinum í samrøðuni.

Tað er ikki bara framleiðslan í alivinnuni, sum er vaksandi. Tað eru eisini aðrir konjukturindikatorar, sum peika uppeftir, eitt nú at tað aftur er eitt vaksandi tal av útlendingum, sum leitar til Føroyar at arbeiða, og at arbeiðsloysið framvegis er næstan onki.

Í samrøðuni kemur formaðurin í Búskaparráðnum eisini inn á áhaldandi hallið í fíggjarlógini.

Johnny í Grótinum vísir á, at aðrastaðni seta tey mark fyri, hvussu stórt hallið í almenna geiranum kann vera í mun til BTÚ. Í Danmark má tað ikki vera meira enn eitt prosent. Herheima verður mett, at hallið í mun til BTÚ er uppi á trimum prosentum, sum er alt ov nógv.

Tað er ikki bara landskassin, sum koyrir við halli í hesum hákonjukturtíðum. Kommunukassarnir koyra eisini við halli, og tað er ein stórur trupulleiki, vísir formaðurin í Búskaparráðnum á.

Hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Johnny í Grótinum í útvarpstíðindunum á FM1