,

Ganga hús úr húsi við bússum næstu vikuna

Skrivað

Sverri Egholm

Dagfesting

Leygarmorgunin byrjar landsinnsavningin hjá Reyða Krossi. Hetta er landsinnsavning uppá tann traditionella mátan, sum verður gjørt annaðhvørt ár. Hini árini verður innsavningin skipað sum sjónvarpssending.

Undanfarin ár hevur alt verið avgreitt uppá ein dag, men seinast tað var gjørt, fór tað at regna so illa. Í ár verður innsavningin í eina viku. Hetta so, at um tað ikki viðrar leygardag, ber til at hjá fólki at ganga ruturnar aðrar dagar í vikuni, greiddi Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyði Krossi, frá á FM1 á middegi.

Eini 500 sjálvboðin hava ein leiklut í sambandi við landsinnsavningina. Ruturnar eru lættar at ganga. Tað tekur eina tveir tímar at ganga tær.

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, heitir á fólk um at hava reiðan pening, tí Mobilepay er ikki farið at virka enn, og tað ber ikki til at útsstýra 500 innsavnarum við kortterminalum.

Eisini verður vónað, at vinnufyritøkur og kommunur gera vart við seg eins og tá sjónvarpssending er.

Seinast landsinnsavning var við bússum, í 2023, komu 1,7 millión krónur inn.

Hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Jóannes Eidesgaard, formann í Reyða Krossi.