Eyðun: – Samuel er eitt upplagt val fyri Odmar

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Tann langi flogtúrurin til Gibraltar ger, at landsliðið ikki hava havt so nógva fyrireikingartíð til dystin ímóti Gibraltar, men føroyski landsliðsvenjarin, Eyðun Klakkstein metir, at leikarnir dysturin vera klárir til dystin. Hann metir heldur ikki at hitin verður ein trupulleiki fyri teir føroysku leikararnar. 

Odmar Færø er ikki við vegna leikbann og Eyðun metir Samuel Chukwudi Johansen vera ein góðan avloysara, ið hevur ment seg nógv tað síðsta árið har hann hevur leikt við SJK Seinäjoki í Finnlandi.

Hoyr her samrøðuna Trygvi Absalonsen hevur gjørt við Eyðun Klakstein: